Samherji hevur mutrað í 10 ár

Samherji hevur mutrað í 10 ár
Íslendska reiðaríið, sum eisini eigur í einum føroyskum reiðaríi, hevur brúkt tíggjutals milliónir til at mutra seg fram at fiskikvotum í Namibia
Samherji, sum eigur umleið ein fjórðing í føroyska reiðarínum Framherji, hevur seinastu tíggju árini mutrað leiðandi politikarar og embætisfólk í Namibia fyri at fáa hendur á landsins virðismiklu fiskikvotum
Mynd: Savnsmynd/RUV  
 
13.11.2019 - 14:50

Íslendska reiðaríið Samherji hevur seinastu tíggju árini mutrað leiðandi politikarar og embætisfólk í Namibia fyri at fáa hendur á landsins virðismiklu fiskikvotum.

Tað hevur íslendska kringvarpið RÚV avdúkað saman við Al Jazeera og Stundin.

Eftir í fleiri mánaðir at hava granskað skjøl frá Wikileaks, eru journalistarnir komnir fram til, at Samherji hevur vunnið nógvan pening burtur úr namibisku kvotunum, og at reiðaríið hevur flutt profittin úr Namibia í eitt tiltikið skattskjól.

Lekin túsundtals skjøl

Samherji hevur sambært RÚV brúkt tíggjutals milliónir danskar krónur til at mutra seg fram at kvotunum í Namibia.

Lekin, sum Wikileaks fekk fram í ljósið, fevnir um túsundtals skjøl við samskifti hjá starvsfólkum í Samherja. 

Ein, sum er nevndur í skjølunum, er Johannes Stefansson. Hann hevur valt at stíga fram alment og siga sum er.

Varskógvari: Talan er um skipaðan kriminalitet

– Hetta er brotsmannavirksemi. Hetta er skipaður kriminalitetur. Samherji fær vinning burturúr tilfeinginum í Namibia og tekur allan peningin úr landinum og ger íløgur aðrastaðni í USA ella Europa, sigur Johannes Stefansson við RÚV.

Hann játtar sjálvur at hava framt brotsverk í hesum sambandi fyri Samherja.

– Eg breyt lógirnar til frama fyri Samherja, meðan eg arbeiddi har. Eg var maðurin, sum fekk kvoturnar og fekk sambondini í lag eftir boðum frá mínum leiðarum í Samherja, sigur Johannes Stefansson við RÚV.

Eiga umleið ein fjórðing í føroyskum reiðaríi

Í næstan tíggju ár hevur Samherji havt tríggjar verksmiðjutrolarar í Namibia, har teir hava fiskað rossamakrel. Samherji er eisini virkið í Føroyum sum partur av einum av størstu reiðaríunum her. 

Samherji eigur umleið ein fjórðing í føroyska reiðarínum Framherja í Fuglafirði og hevur millum annað rættin at fiska næstan ein triðing av føroysku kvotunum í Barentshavinum.

Harumframt hava skipini Fagraberg og Høgaberg eina ørgrynnu av øðrum fiskiloyvum í føroyskum sjógvi sambært almennu upplýsingunum á teyggjan.fo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938