Tveir skuldsettir í máli um skógareldar

Tveir skuldsettir í máli um skógareldar
Løgreglan í Avstralia hevur tikið tveir mans, sum eru skuldsettir fyri at hava elvt til, at ógvusligi skógareldurin kyknaði
Sløkkiliðsfólk royna at fáa tamarhald á skógareldum í Koorainghat í New South Wales mánadagin 11. november
Mynd: AP  
 
15.11.2019 - 14:47

Løgreglan í landspartinum Qeensland hevur tikið ein 16 ára gamlan drong, skrivar avstralska tíðindstovan, AAP.

Alment er hann ikki skuldsettur fyri at hava sett eld á, men drongurin verður sendur víðari í rættarskipanini, tí hann er undir lógaraldur.

Minst 14 hús løgd í oyði

Eldurin, sum drongurin er undir illgruna fyri at hava sett á, hevur lagt í minsta lagi 14 hús í oyði umframt bilar og úthús.

Løgreglan í landspartinum New South Wales hevur tikið ein 20 ára gamlan mann, sum er undir illgruna fyri at hava sett eld á sunnan fyri Sydney.

Skógareldarnir hava lagt meira enn ein millión hektarar av lendi í oyði á avstralu eysturstrondini. Skógareldarnir hava higartil kravt fýra mannalív.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444