Føroyskir urmakarar í rættin

Føroyskir urmakarar í rættin
Tveir føroyingar fara í morgun í Eystara landsrætt, ið skal taka støðu til, um fútabann skal setast fyri urframleiðslu við pettum av málningi í
Tveir føroyingar, sum ætla at gera ur við pettum av einum málningi í, skulu í morgun í Eystara landsrætt, ið skal taka støðu til, um urframleiðslan skal bannast
Mynd: Úr lýsingarfilmi hjá Letho  
 
21.11.2019 - 08:02

Klokkan 8:15 føroyska tíð í morgun fara Dann Thorleifsson og Arne Leivsgarð í Eystara landsrætt, sum skal taka støðu til, um fútabann skal setast fyri at skera í málningin hjá danska listarmanninum Tal R.

Teir báðir føroyingarnir hava keypt ein málning fyri góðar 600.000 krónur, sum teir ætla at petta sundur og seta í skivur á armbandsurum at selja víðari.

 >> SÍ EISINI Hvar gongur markið fyri list?

Hesum vil listarmaðurin Tal R ikki finna seg í, og tí hevur hann biðið ein advokat um at steðga verkætlanini.

Rættarviðgerðin, sum byrjar klokkan 8:15 føroyska tíð, fer væntandi at vara í fleiri tímar, sigur Dann Thorleifsson í stuttari viðmerking í morgun.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037