Trump hevur undirskrivað umstrídda Hongkong-lóg

Trump hevur undirskrivað umstrídda Hongkong-lóg
Amerikanski forsetin skrivaði í gjár undir eina lóg, ið stuðlar mótmælisfólkunum
Forsetin í USA, Donald Trump, skrivaði í gjár undir eina lóg, ið stuðlar mótmælisfólkunum í Hongkong
 
28.11.2019 - 09:45

Forsetin í USA, Donald Trump, skrivaði í gjár undir eina lóg, ið stuðlar mótmælisfólkunum í Hongkong. Hetta hendir hóast hvøss mótmæli frá Kina, skriva tíðindastovurnar hjá Reuters og Ritzau.

Undirskriftin hjá Donald Trump kemur eftir at lógarteksturin, ið skal tryggja Hongkong sjálvstýri og trygd, er góðkendur í Umboðsmannatinginum og Senatinum.

Fremja eftirlit minst eina ferð um árið

Í lógartekstinum stendur millum annað, at USA í minsta lagi eina ferð um árið skal hava eftirlit við, at Hongkong hevur nóg mikið av sjálvstýri til, at USA vil gera handilsavtalur við lokalu stjórnina.

Lógin góðkennir eisini, at embætisfólk, ið gera seg inn á menniskjarættindi í Hongkong, kunnu revsast.

Lógin kemur miðskeiðis í eini krepputíð í Hongkong, har ógvislig mótmæli hava elvt til ruðuleika í fleiri mánaðir. Donald Trump skrivaði eisini undir eina aðra lóg í gjár.

Nýggj lóg bannar útflutningi av lóðri

Tann lógin bannar útflutningi av "lóðri og útgerð, ið hevur til endamáls at halda skil á mannamúgvum" til Hongkong. Tað vil millum annað siga táragassi, pipar-spray, gummikúlum og streympistólum.

Innanríkisráðið í Kina innkallaði mánadagin sendiharran hjá USA í Kina til samrøðu eftir at lógin varð samtykt.

Donald Trump roynir í løtuni at gera eina handilsavtalu við Kina. Ein avtala, hann hevur sett ovast á dagsskránna undan forsetavalinum, sum verður í USA í næsta ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444