Býráðslimur:ongar reglur um at býta um grundstykki

Býráðslimur:ongar reglur um at býta um grundstykki
Einki stendur í reglugerðini um, hvussu berast skal at, tá fólk býta um kommunal grundstykki. Viðhvørt gevur kommunan loyvi og viðhvørt ikki 
Klingurstjørn er á Argjum, við Kongavarða
 
30.11.2019 - 14:42

Einki stendur í reglugerðini um, hvussu berast skal at, tá fólk býta um kommunal grundstykki. Viðhvørt gevur kommunan loyvi og viðhvørt ikki. 

Hetta eigur at verða lýst út í æsir í einari reglugerð, sigur Bergun Kass, býráðslimur í Havn.

Hon er í meirilutanum í býráðnum. Men á býráðsfundinum hóskvøldið atkvøddi hon saman við minnilutanum.

Umsitingin mælti frá

Málið bleiv samtykt í býráðnum, hóast umsitingin hjá kommununi mælti frá at samtykkja tað. 

Samtykt varð á býráðsfundinum at loyva einum umsøkjara at býta sítt grundstykki í Klingurstjørn 2 um við eitt annað grundstykki har, sum annars var tillutað øðrum umsøkjara, sum tó ikki vildi hava stykkið.  

Hetta ber ikki til, sigur umsitingin. Bergun Kass atkvøddi fyri, tí hon vil hava eina greiða reglugerð um grundstykki. Fólk eiga ikki at kenna seg ótrygg, tí ongar reglur eru, sigur hon.

Kæra tvey mál

Meirilutin í býráðnum, Fólkaflokkurin og Tjóðveldi, fara at kæra málið til Kommunala eftirlitið, skrivar in.fo. Leigumálið um go-cart breytina á Skarðshjalla verður eisini kært. 

Við atkvøðunum hjá minnilutanum og Bergun Kass heldur tað leigumálið fram í tvey ár, hóast umsitingin hjá kommununi mælti frá.

Umsitingin mælti til at selja tey trý stykkini í leigumálinum. Tey kunnu seljast fyri átta milliónir krónur. Leigan er 100 krónur um árið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 16. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
194550
Týsdag 15. juli
Veðrið
194514
Týsdag 15. juli
Og ein summardag (1:2)
194521
Mánadag 14. juli
Seinasti vitameistarin
194455
Sunnudag 13. juli
Kappróður á fjarðastevnu
194401