Jeremy Corbyn: Boris fuppar

Jeremy Corbyn: Boris fuppar
Formaðurin í Labourflokkinum sigur, at bretski forsætisráðharrin, Boris Johnsen, bluffar um handilin millum Norður-Írland og restina av Bretlandi
 
06.12.2019 - 17:45

Í eini talu í London í dag vísti Corbyn eina loyniliga frágreiðing hjá stjórnini, sum, sambært honum, vísur, at tað verður toll-eftirlit millum NorðurÍrland og fastlandið við tí avtaluni, sum Boris Johnson hevur samráðst við ES um.

- Hetta vísur greitt, hvussu oyðileggjandi avleiðingar av brexit-avtaluni hjá Johnson verða fyri meginpartin av okkara landi, segði Corbyn.

Kjak í kvøld

Jeremy Corbyn og Boris Johnson hittast í kvøld í kjaksending í BBC fyri seinastu ferð áðrenn valið. Hildið verður, at loyniliga frágreiðingin verður eitt av høvuðsevnunum.

Týdningarmesti boðskapurin hjá Johnson undir valstríðnum er at fáa brexit avgreitt, - trý ár eftir fólkaatkvøðuna í 2016. Men hetta er villleiðandi, sigur Corbyn.

Sambært Corbyn, biðir Johnson veljararnar fara á val uttan at kunna teir um týdningarmiklar avleiðingar.

Frágreiðingin hjá stjórnini vísur, sambært formanninum í Labour, at tað verður bæði tollavgreiðsla og trygdareftirlit millum NOrðurÍrland og resta av Bretlandi, - og tað er beint øvugt av lyftinum hjá Johnson um, at einki mark skal verða.

Labour-flokkurin vil samráðast í Brússel um nýggja avtalu um brexit, - ein avtala, sum fevnir um tollsamgongu.

Og henda avtalan skal so til fólkaatkvøðu, sigur Labour.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819