Umstrídd samrøða almannakunngjørd

Umstrídd samrøða almannakunngjørd
Berlingske hevur nú almannakunngjørt samrøðuna, Kringvarpið fekk fútabann fyri at endurgeva mánadagin í síðstu viku
 
12.12.2019 - 15:57

Talan er um samrøðu millum Helga Abrahamsen, landsstýrismann í vinnumálum, og Herálv Joensen, aðalstjóra í Umhvørvis- og vinnumálaráðnum, sum Kringvarpið fekk upptøkur av. 

Sambært Berlingske greiðir Herálvur Joensen Helga Abrahamsen frá, at sendiharrin hevði sagt, at um Huawei fekk avtaluna við Føroya Tele um at byggja føroyska 5G-netið, fór at bera væl til at fáa í lag fríhandilsavtalu við Kina.

 >> SÍ EISINI Kringvarpið fingið fútabann

Herálvur Joensen greiddi síðani landsstýrismanninum frá, at um Huawei hinvegin ikki fekk avtaluna við Føroya Tele, bleiv heldur eingin fríhandilsavtala gjørd millum Føroyar og Kina.

Aðalstjórin greiddi frá, at hann skilti á Uttanríkistænastuni, at Verjumálaráðið og Forsætismálaráðið løgdu upp til, at tað var best, um Føroyar ikki valdu kinesisku 5G-loysnina.

Í stuttu samrøðuni sigur Herálvur Joensen, aðalstjóri, eisini, at løgmaður, Bárður á Steig Nielsen, hevði sagt greitt, at hann ikki ætlaði at blanda seg upp í, hvønn veitara Føroya Tele valdi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891