Lagnan hjá Hoyvíkssáttmálanum avgjørd í dag

Lagnan hjá Hoyvíkssáttmálanum avgjørd í dag
Í dag fer landsstýrismaðurin at kunna landsstýrið um úrslitið av fundinum við íslendska starvsbróður sín í gjár
 
13.12.2019 - 09:40

Jenis av Rana, landsstýrismaður, var á fundi við íslendska uttanríksráðharran, Guðlaug Þór Þórðarson, í Keypmannahavn í gjár. Men hann vil ikki siga nakað um, hvat teir samdust um, fyrr enn politiska skipanin í Føroyum er kunnað.

Í morgun fer Jenis av Rana at kunna landsstýrið um úrslitið, og seinnapartin skal hann kunna og ráðføra seg við Uttanlandsnevndina hjá løgtinginum. 

Tá tað er gjørt, verður støða tikin til, hvat skal henda við Hoyvíkssáttmálanum, um hann skal fara úr gildi á nýggjárinum, ella um uppskot skal leggjast fyri løgtingið í næstu viku, um at Hoyvíkssáttmálin skal halda fram.

Uppsagnarfreistin eitt ár

Tað var undanfarna samgonga sum fyri ári síðani gjørdi av at siga Hoyvíkssáttmálan upp. 

Tað var neyðugt, tí í Hoyvíkssáttmálanum stendur, at íslendingar kunnu virka í føroysku fiskivinnuni. Men landsstýrið hevði gjørt av, at útlendingar skuldu úr føroysku fiskivinnuni. 

Hoyvíkssáttmálin mátti sigast upp við freist upp á eitt ár. Tí fingu íslendingar seks ára freist at fara úr føroysku fiskivinnuni, meðan fyritøkur í øðrum londum fingu freist í fimm ár.

Landsstýrið tekur endaligu støðuna

Samgongan hevur gjørt av, at nýggj lóg um sjófeingi skal koma í gildi á nýggjárinum. Eftir tí lógini, kunnu útlendingar eiga upp í 25 prosent í føroysku fiskivinnuni, og tí kunnu íslendingar eisini halda fram í vinnuni.

Tí verður tað landsstýrið sum á fundi í dag fer at taka endaliga støðu til Hoyvíkssáttmálan, og Uttanlandsnevndin verður eisini kunnað um ætlaninar við Hoyvíkssáttmálanum.

Skal Hoyvíkssáttmálin halda fram, so má uppskot leggjast fyri løgtingið í næstu viku, sum ógildar uppsøgnina, sum løgtingið samtykti fyri einum ári síðani.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860