Læsið kirkjurnar, sigur dómpróvsturin

Læsið kirkjurnar, sigur dómpróvsturin
Próvsturin í føroysku fólkakirkjuni, Uni Næs, minnir nú aftur allar kirkjusóknir á, um at syrgja fyri, at kirkjurnar eru stongdar eftir gudstænastu
 
20.12.2019 - 17:49

Orsøkin eru tveir herverkstilburðir, sum hava verið í seinastuni.

Herfyri hevur onkur verið inni í Christianskirkjuni í Klaksvík og brotið kirkjubússurnar og stolið peningin, sum var í bússunum. Brotið varð eisini inn á skrivstovuna í Christianskirkjuni, men hóast teldur og annað virðismikið er á skrivstovni, varð bara peningur stolin, sigur Uni Næs, dómpróvstur.

Og í heyst varð herverk framt móti uttandurðaljósunum við Fríðrikskirkjuna á Toftum. Hesin skaðin varð mettur til umleið 100.000 krónur.

Boðini um at stongja kirkjunar komu fyrstu ferð fyri trimum árum síðani, tá ein herverksbylgja herjaði móti kirkjum í Føroyum, sum nógvastaðni stóðu opnar. Tá varð siðvenjan við opnum kirkjum broytt. Dómpróvsturin, avgjørdi, at allar kirkjur skulu vera stongdar, tá ongar tænastur eru.

Er kirkjan opin uttanfyri gudstænastu og aðrar tænastur, hevur krikjuráðið ábyrgdina av, at fólk eru til staðar, tá hon er opin, sigur Uni Næs, dómpróvstur í stuttari viðmerking við útvarpið. Fólk kunnu venda sær til kirkjuráðsformannin, um tey vilja inn í kirkjuna uttanfyri vanliga tænstu. Yvirlit yvir kirkjuráðsformenninar eru á heimasíðuni folkakirkjan.fo.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. september
Nýtt ljóð
213059
Hósdag 10. september
Eitt korter við jazzi
213032
Hósdag 10. september
Morgunlestur hósdagur 10. september
212705
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 10. september
Veðrið
213065
Hósdag 10. september
Møti hjá Frelsunarherinum - teknmálstulkað
213039
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949