Ferðslan í Norðoyatunlinum fleirfaldað

Ferðslan í Norðoyatunlinum fleirfaldað
Ferðslan í Norðoyatunlinum er nógv økt, síðani tunnilin lat upp fyri almennari ferðslu í 2006
Tað koyra nú í miðal 3.585 akfør ígjøgnum Norðoyatunnilin hvønn dag í árinum
 
04.01.2020 - 09:20

Hesi 14 árini, Norðoyatunnilin hevur verið opin, er ferðslan næstan trífaldað. Tað vísir ein nýggj uppgerð hjá tunnilsfelagnum, nú árið í fjør er gjørt upp.

Í fjør koyrdu tilsamans 1.308.519 akfør ígjøgnum Norðoyatunnilin. Hetta svarar til, at tað í miðal koyrdu 3.585 akfør ígjøgnum Norðoyatunnilin hvønn dag í 2019.

Í 2006, tá tunnilin lat upp, koyrdu 448.884 akfør ígjøgnum tunnilin. Árið eftir koyrdu tilsamans 662.828 akfør ígjøgnum tunnilin, sambært tølum hjá almenna partafelagnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334