21 vilja vera stjóri í Vørn

21 vilja vera stjóri í Vørn
Nýggjur stjóri skal setast, tí Elmar Højgaard fer frá fyri aldur
Elmar Højgaard, sum hevur verið stjóri á Fiskiveiðueftirlitinum síðani 1997, gevst nú fyri aldur
 
06.01.2020 - 11:25

21 fólk, fýra kvinnur og 17 menn, vilja verða stjóri hjá Vørn. Umsóknarfreistin var til fríggjadagin.

Nýggjur stjóri skal setast, tí Elmar Højgaard fer frá fyri aldur. Elmar Højgaard er 70 ár.

Elmar Højgaard gjørdist stjóri á Fiskiveiðueftirlitinum í 1997.

Elmar Højgaard bleiv forstjóri á nýggja stovninum, Vørn, tá Tilbúgvingarstovnurin, MRCC/Tórshavn Radio og Fiskiveiðueftirlitið vórðu løgd saman 1.januar í 2013.

Men hann hevur verið í tænastuni í meira enn 40 ár, síðani 1976.

Elmar Højgaard verður stjóri hjá Vørn, til nýggi stjórin tekur við.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923