15 vilja vera stjóri á Tjóðpallinum

15 vilja vera stjóri á Tjóðpallinum
11 menn og fýra kvinnur hava søkt starvið
 
08.01.2020 - 08:50

15 fólk vilja vera stjóri á Tjóðpalli Føroya.

Freistin at søkja starvið var á middegi mánadagin.

11 menn og fýra kvinnur hava søkt starvið, upplýsir forkvinnan í Leiklistaráðnum, Ingibjørg Berg.

Lýst er eisini í útlendskum miðlum eftir stjóra til Tjóðpallin, og umframt úr Føroyum eru umsóknir úr Danmark, Íslandi og Finnlandi.

Fimm ár

Starvið er áramálssett í fimm ár, og lønt sambært 37. lønarflokki í sáttmála millum Tænastumannafelagið og Fíggjarmálaráðið, tó uttan at vera tænastumannastarv. 

Árliga játtanin hjá Tjóðpallinum er tilsamans seks milliónir kr.

Almenna rakstrarjáttanin er góðar fimm milliónir, og eginfíggingin er 848.000 kr.

Á stovninum starvast, umframt stjóran, eitt skrivstovufólk og  10-12 verkætlanarsett starvsfólk í styttri ella longri tíðarskeið. 

Tjóðpallurin setur í miðal fýra leikverk upp um árið. 

1. februar

Leiklistaráðið fer at hava fund í vikuni, og tá verður gjørt av, hvussu setanartilgongdin verður.

Í lýsingini stendur, at starvið verður sett frá 1. februar, og miðað verður eftir tí, sigur forkvinnan í Leiklistaráðnum, Ingibjørg Berg.

Í løtuni er Jenny Petersen stjóri á Tjóðpallinum, og tað hevur hon verið í 10 ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Mánadag 17. august
RagnarRokk: Patrick Prochiner um Desolation
209148
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744