Simme fær Heiðursgávu landsins 2019

Simme fær Heiðursgávu landsins 2019
Simme Arge Jacobsen, ið slóðaði fyri innan føroyskan popptónleik, fær í ár Heiðursgávuna hjá landinum
Heiðursgáva landsins verður í ár latin Simma Arge Jacobsen, ein av undangongumonnunum í føroyskum popptónleiki
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
15.01.2020 - 19:13

Heiðursgáva landsins 2019 verður latin Simma Arge Jacobsen við hesi grundgeving:

“Simme Arge Jacobsen slóðaði fyri innan føroyskan popptónleik og var millum tey fremstu í strembanini eftir at seta orð og ljóð á føroyskan popptónleik – á føroyskum. Við løgunum hjá Simma og teimum fekk okkara samtíðar populertónleikur eitt hevdbundið orða- og tónalag, ið ikki var til frammanundan.

Hesin tónleikur var við til at mynda tónleikaúrvalið í Útvarpi Føroya frá byrjan, og við eitt hevði ungdómurin fingið eina rødd, ið eisini hevur víst seg at hava staðið ímóti tíðarinnar tonn.

Løgini hjá Simma og teimum eru partur av grundarlagnum í modernaðum føroyskum populertónleiki í tíðarskeiðinum eftir Seinna Veraldarbardaga. Vit kenna tey øll, og tey verða sungin í felagsskapi og veitslulagi. 

Simme hevur verið ein drívmegi í føroyska tónleikalívinum líka síðani fimtiárini. Hann hevur verið tónlistamaður og sangskrivari, hevur sett á stovn tónleikaklubba og tónleikafelag, og eisini læt hann í 1959 upp tónleikahandil, sum enn í dag er til undir sama navni, “Simme Musikkhús.

Við handilsvirkseminum vísti Simme á, at tað ber til at gera tónleik og geva út á føroyskum, og við Simma gjørdist tónleikur eisini ein møguligur vinnuvegur. Simme hevur av sonnum gingið undan og hevur verið ein fyrimyndarligur stuðul og kveikjari í føroyska tónleikaumhvørvinum. 

Fyri slóðbrótandi tónleikastarvið verður Heiðursgáva landsins 2019 latin Simma Arge Jacobsen.”

Heiðursgáva landsins er uppá 75.000 krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595