Jenis ætlar at broyta Kringvarpið

Jenis ætlar at broyta Kringvarpið
Fleiri sendingar skulu gerast uttan fyri Havnina, lýsingar skulu burtur, og kringvarpsstýrið skal avpolitiserast
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
20.01.2020 - 11:54

Í næstu tingsetu er ætlanin at broyta Kringvarpið. Tað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður, sum hevur svarað Beintu Løwe, løgtingskvinnu.

Hon spurdi, hvørjar broytingar, ætlanin er at gera í Kringvarpinum. Jenis av Rana nevnir nakrar broytingar, sum hann hevur hug at gera.

Lýsingar burtur

Millum annað skulu fleiri sendingar gerast uttan fyri Havnina 

Lýsingarnar skulu burtur, og lógin um kringvarpsstýrið skal eftirmetast, so at vit fáa avpolitiserað- og professionaliserað stýrið, sum Jenis av Rana sigur í svarinum.

Fjølmiðlaútbúgvingin á Fróðskaparsetrinum skal setast á stovn.

Kringvarpsgjaldið skal eftirmetast. Millum annað skulu smáar fyritøkur rinda minni.

Men ætlanin er ikki, at aðrir miðlar skulu hava part av kringvarpsgjaldinum.

Aktuelt-deildin

Beinta Løwe spurdi eisini, um ætlanin um at býta Aktueltdeildina í tvær deildir, eina sjónvarpsdeild og eina útvarpsdeild, sum skulu kappast.

Jenis av Rana svarar, at nøkur eru sannførd um, at kapping millum tvær sjálvstøðugar tíðindadeildir er einasta rætta loysnin. 

Sjálvur er hann tó ikki sannførdur um tað, sigur hann.

Men hann er tó sinnaður at gera eina eftirmeting og kanning, sum vónandi sigur, hvat tænir samfelagsliga best.

Jenis av Rana sigur, at ætlanin er at brúka várið til at viðgera Kringvarpi, so broytingar kunnu fremjast eftir ólavsøku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860