Fingu tilsamans 180.000 kr. í sekt

Fingu tilsamans 180.000 kr. í sekt
Falkur og Heykur eru nú farnir aftur til fiskiskap
 
21.01.2020 - 09:56

Skiparin á Falki skal gjalda 104.400 kr. og skiparin á Heyki 75.000 kr. fyri at royna á stongdari leið norðan fyri Fugloynna.

Sektaruppskotini eru góðkend, trygd er veitt fyri pengunum, og skipini eru farin út aftur.

Sektin er 75.000 kr., og hjá Falki eru 29.400 kr. tiknar fyri fiskin.

Tiknir leygardagin

Tjaldrið kom á Havnina við teimum báðum trolarunum klokkan tvey leygardagin seinnapartin.

Illgruni var um, at skipini hava fiskað á stongdari leið norðanfyri Fugloynna. 

Skipararnir játtaðu seg sekar.

Heykur og Falkur fiskaðu 3,6 tons á stongdu leiðini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541