Nýtt virus breiðir seg til fleiri lond

bannari
Nýtt virus breiðir seg til fleiri lond
Minst 430 fólk eru vorðin sjúk og níggju fólk eru deyð av ókendari lungasjúku
Ferðandi á jarnbreytarstøðini í Yichang, Kina, umleið 300 kilometrar vestan fyri Wuhan. Kinesiska nýggjárið byrjar leygardagin, og tá ferðast vanliga nógv fólk
Mynd: AP  
 
22.01.2020 - 07:52

Myndugleikarnir í Kina upplýsa nú, at níggju fólk eru deyð av ókendu lungasjúkuni, sum breiðir seg í landinum og til onnur lond. 430 fólk eru vorðin sjúk í Kina.

Tey flestu av teimum hava verið saman við øðrum fólkum. Sambært myndugleikunum hevur sjúkan breitt seg til høvuðstaðin, Beijing, og til Shanghai. Sjúkan byrjaði í Wuhan.

 >> SÍ EISINI Corona: Nógv fleiri smittað enn higartil hildið

Í nátt var ein tilburður í spælibýnum, Macau, sum liggur tætt við markið til Hong Kong. Virusið hevur eisini breitt seg til Tailand, Suðurkorea, USA og Taivan.

Í Avstralia er ein maður avbyrgdur, tí illgruni er um, at hann er sjúkur av virusinum. Floghavnir, sølumiðstøðir og tokstøðir verða sóttreinsaðar í eini roynd at steðga sjúkuni, skrivar Ritzau.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. mai
Plátupanelið #019 (Deep Cuts)
174644
Sunnudag 5. mai
Dansibandguðstænasta í Vági
174634
Sunnudag 5. mai
Rokk og ró 4. mai 2024
174636
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444