Bakkafrost sleppur ikki at selja til Ruslands

Bakkafrost sleppur ikki at selja til Ruslands
Tað fer at kosta felagnum millum 240 og 300 milliónir kr í mistari inntøku, sigur stjórin, Regin Jacobsen
 
25.01.2020 - 16:53

Heilsufrøðiligu myndugleikarnir í Ruslandi, Rosselkoznador, hava gjørt av, at Bakkafrost ikki sleppur at flyta alifisk til Russlands eftir 10. februar.

Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti sigur, at russiska bannið kann kosta Bakkafrosti millum 240 og 300 milliónir krónur í útflutningi, men verður alt Bakkafrost samtakið tikið undir einum, tað vil siga eisini við skotsku alifyritøkuni, sum felagið keypti herfyri, so svarar tað til 2-3 prosent av samlaða útflutninginum hjá felagnum.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at heilsufrøðiligu myndugleikarnir í Russlandi hava steðgað innflutningi frá føroyskum fyritøkum. Bæði Varðin Pelagic á Tvøroyri og Næraberg hava verið rakt av banni áður, men útflyta í dag aftur til Russlands.

Regin Jacobsen sigur, at útflutningur til Russlands er minkaður rættiliga nógv seinsata hálvtannað árið, tá Russland stóð fyri 30 prosentum av útflutninginum hjá Bakkafrosti av aldum laksi.

Regin Jacobsen sigur, at tey fingu boðini um russisku avgerðina í gjár.

Skipanin í Russlandi virkar annars soleiðis, at tey góðkendu virkini fáa grønan lit í yvirlitinum hjá myndugleikunum. Er illgruni um okkurt, fáa tey gulan lit, meðan tey verða reyð, tá bann verður sett í verk. Ein annar alari í Føroyum, Mowi, sum er gamla Marine Harvest, er komið á gula listan hjá russum.

Heilsufrøðiliga starvsstovan kunnar á síni heimasíðu um, at heilsufrøðiligu myndugleikarnir í Russlandi koma á vitjan einaferð í ár, men at enn er eingin dagur ásettur fyri vitjanina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167