Altjóða Holocaust-dagur í dag

Altjóða Holocaust-dagur í dag
Løgmaður sigur, at tað er okkara skylda at halda á við at lurta, læra og minnast Holocaust
 
27.01.2020 - 09:09

í dag, 27. januar, er altjóða Holocaust-minningardagur.

Løgtingið samtykti í fjør at gera hendan dagin til almennan minningardag í Føroyum, eftir at ST í 2005 samtykti at gera dagin til altjóða minningardag.

Tann 27. januar í 1945 tók reyði herurin úr Russlandi  Auschwitz-týningarleguna. 

Lurta, læra og minnast

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sigur í sambandi við minningardagin í dag, at tað er okkara skylda sum menniskju og sum samfelag at halda á við at lurta, læra og minnast Holocaust, tí at skipaða fólkadrápið undir seinna veraldarbardaga telist millum andstyggiligastu og ótespiligastu brotsgerðir, sum nakrantíð eru framdar.

Løgmaður sigur víðari, at tað er neyðugt, at komandi ættarlið fáa innlit í, hvønn týdning ráðandi virði og hugsanir hjá menniskjum kunnu hava, og hvussu hetta eisini í dag kann føra til grundleggjandi mannarættindabrot.

Meir enn ein millión fólk vórðu týnd í Auschwitz týningarleguni, og meir enn seks milliónir tilsamans í týningarlegum í  Evropa.

Meginparturin av teimum, sum lótu lív í týningarlegunum, vóru jødar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. mai
Morgunlestur týsdagur 14. mai 2024
174854
Mánadag 13. mai
Norðurljóð 13.mai 2024
175002
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860