Plast betri fyri umhvørvið enn bummull

Plast betri fyri umhvørvið enn bummull
DTU hevur gjørt kanning fyri danska umhvørvisstýrið
 
28.01.2020 - 09:13

Plastposar fara betur við umhvørvinum enn posar, sum eru gjørdir úr bummull. 

Tað er niðurstøðan í stórari kanning, sum danska umhvørvisstýrið hevur bílagt frá DTU, Danmarks Tekniske Universitet.

Niðurstøðan er, at klædnaposar eru nógv verri fyri umhvørvið enn plastposar, tí tað dálkar illa at gera posar úr bummull, og at virka bummull yvirhøvur..

Kanningin sigur, at ein pappírsposi skal brúkast 40 ferðir, ein posi úr vanligari bummull 7.100 ferðir og ein posi úr vistfrøðiligari bummull 20.000 ferðir, áðrenn teir eru betri fyri umhvørvið enn plastposarnir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952