Dani var ikki smittaður

bannari
Dani var ikki smittaður
Danski maðurin, sum í gjár varð innlagdur, tí illgruni var um, at hann hevði coronavirus, er ikki smittaður við coronavirusinum kortini
Ein maður, sum varð avbyrgdur og innlagdur á sjúkrahús í Aarhus, var kortini ikki smittaður við coronavirusinum
 
29.01.2020 - 07:34

Tað upplýsti Sundhedsstyrelsen í tíðindaskrivi í gjárkvøldið. Luftleiðirnar hjá manninum vórðu kannaðar, og tað vísti, at hann ikki var smittaður við coronavirusinum.

Maðurin, sum varð innlagdur á sjúkrahús í Aarhus, var komin úr Hubei-landslutinum í Kina sunnudagin, visti Sundhedsstyrelsen at siga.

 >> SÍ EISINI Dani verður kannaður fyri coronavirus

Leiðarin í Sundhedsstyrelsen segði, at mistonkti tilburðurin ikki broytti uppá yvirskipaðu metingina; at tað er lítið sannlíkt, at coronavirusið spjaðist í Danmark.

Somuleiðis segði Shain Gaini, serlækni í infektiónsmedisini í Degi og Viku í gjárkvøldið, at tað er lítið sannlíkt, at virusið fer at koma til Føroya, men hóttanin verður hóast tað tikin í álvara.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444