J&K Petersen sleppur at bjóða upp á floghavn

J&K Petersen sleppur at bjóða upp á floghavn
Tilsamans fimm byggifeløg sleppa at bjóða upp á arbeiðið at gera nýggja floghavn í Qaqortoq í Grønlandi
Nýggj floghavn skal byggjast í Qaqortoq, og floghavnirnar í Nuuk og Ilulisat skulu byggjast útt
 
04.02.2020 - 16:23

J&K Petersen Contractors er eitt av feløgunum, sum sleppur at bjóða upp á arbeiðið at gera flogvøll í Qaqortoq í Grønlandi.

Tað skrivar grønlendska kringvarpið.

Tilsamans fimm feløg eru undangóðkend at bjóða: eitt kanadiskt, danska/íslendska Ístak, donsku feløgini MT Højgaard og Munck-Gruppen, og so J&K Petersen Contractors.

Munck Gruppen hevur frammanundan fingið arbeiðini at útbyggja floghavnina í Nuuk og í Ilulissat.

Felagið, sum stendur fyri at byggja floghavnina í Qaqortoq, skal gera avtalu við felagið, sum fær arbeiðið, í mai í ár. Og ætlanin er, at arbeiðið skal byrja í summar.

Ætlanin er, at floghavnin í Qaqortoq skal vera liðug í seinasta fjórðingsári í 2023, skrivar grønlendska kringvarpið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Leygardag 18. mai
Vikan 18. mai 2024
175285
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Fríggjadag 17. mai
Vikuskiftið 17 mei 2024
175271
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216