Hevði einki línuloyvi fyrr enn í ár

Hevði einki línuloyvi fyrr enn í ár
Fyrsta niðurstøðan var skeiv, sigur Fiskimálaráðið, sum gav Deep C Fishing fiskiloyvi í januar, og felagið fær nú eisini burtur av makrelkvotuni
Borðoyarnes hjá Deep C Fishing
 
12.02.2020 - 13:26

Eitt av reiðaríunum, sum fekk tillutað makrelkvotu til línuskip eftir kunngerðini um fiskiskap eftir makreli frá 30. desember í fjør, hevði einki línuloyvi fyrr enn í januar í ár.

Tað vísa skjøl, sum Kringvarpið hevur fingið innlit í. 

31. desember í fjør fingu 21 rættindahavarar við fiskiloyvi til línuskip 4.000 tons av makreli at býta javnt millum sín. Hetta vóru makrelkvotur, sum hesir rættindahavarar kundu fáa onkran annan at fiska, tí línuskip vanliga ikki hava útgerð til at fiska makrel. 

Makrelurin varð býttur eftir kunngerð um fiskiskap eftir makreli undir føroyskum flaggi frá 30. desember í fjør, sum staðfestir: at "Fiskiskapurin verður skipaður við egnari árskvotu, har tey 4.000 tonsini verða býtt javnt millum talið av veiðiloyvum í bólkinum 31. desember 2017." 

Einki fiskiloyvi

Men av teimum 21, sum fingu part av markelinum, var tað bara Deep C Fishing við skipinum Borðoyarnes, sum ikki hevði nakað fiskiloyvi til línuskip fyrr enn í januar í ár. 

Felagið keypti í 2018 línuskipið Mascot frá reiðarínum P.f. Eysturoy. Vørn segði, at fiskidagaloyvið fylgdi ikki við keypinum, og tað staðfesti Fiskimálaráðið eisini seinni. 

Men í desember í fjør komu kontraboð úr Fiskimálaráðnum. 

"Fiskimálaráðið var komið til skeiva niðurstøðu fyrstu ferð," stóð millum annað í nýggju niðurstøðuni.

Stovnaði nýtt fiskiloyvi

 Ráðið valdi tí at stovna eitt nýtt fiskiloyvi til Deep C Fishing, so samlaða talið av fiskiloyvum til línuskip nú er 21 í staðin fyri 20. 

Sostatt var loyvið hjá Mascot verandi hjá P.f. Eysturoy, sum stórreiðarin Annfinn Olsen eigur, meðan Borðoyarnes hjá Deep C Fishing fekk eitt nýtt loyvi. 

Meira um hetta málið verður í Breddanum í útvarpinum í dag eftir tíðindini klokkan fimm. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098