Kunna um sigling um Skopunarfjørð

Kunna um sigling um Skopunarfjørð
Strandferðslan hevur fund í Hesti og í Skopun
Spógvin verður lagdur, tí eingir pengar eru, men hann skal brúkast sum eykaskip
 
13.02.2020 - 10:20

Framtíðin hjá strandfarasiglingini í Skopunarfirði verður viðgjørd á almennum fundum í Hesti og í Skopun.

Fundurin í Hesti var fyrrapartin, og fundurin í Skopun verður klokkan seks í kvøld.

Fundarevnið er siglingin,  til Sandoyartunnilin er liðugur.

Hasfjord klárur at loysa

Farmaskipið Hasfjord, sum er keypt í Noregi, er klárt at fara til Føroya. Tað skal bara hava seinastu góðkenningina, áðrenn tað loysir.

Hilmar Eliasen, stjóri á Strandfaraskipum landsins, hevur sagt, at ætlanin er at royna Hasfjord og Teistan saman, áðrenn Spógvin verður tikin úr Hestsiglingini

Strandfaraskip landins hava ikki pengar til Spógvan í ár. Hann verður tí lagdur og verður til at taka.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. juli
Morgunlesturin hósdagur 10.juli 2025
194082
Mikudag 9. juli
Morgunlestur mikudagur 9.juli 2025
194081
Týsdag 8. juli
Morgunlestur týsdagur 8.juli 2025
194080
Mánadag 7. juli
Poppverturin
194151
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 9. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
194245
Týsdag 8. juli
Veðrið
194213
Leygardag 5. juli
Video: 6mf menn
194076