Torradagar í næstu viku

Torradagar í næstu viku
Nógv tiltøk vera á skránni, og fiskivinnuting verður mikukvøldið
 
13.02.2020 - 14:25

Alla næstu viku verða Torradagar í Klaksvík. 

Á skránni eru veðurlagsbroytingarnar kring Arktis, har myndir og frásagnir frá myndamanninum, Christoph Ruhsam, og frágreiðing frá Wolfgang Schoner, professara, fara at lýsa støðuna. 

Bill Justinussen, løgtingsmaður, at greiða frá fundum um Arktis, sum hann hevur verið við til í politiskum norðurlendskum arbeiði.

Eisini verða frásagnir á skránni.

Eitt nú fer Óli Jacobsen at siga frá, tá ið Sigert í Kirkjubø var á ferð í Sibiria. 

Njál Djurhuus fer at greiðir frá lívsleið síni, Jógvan Arge greiðir frá ferðini við Karin K til Eysturgrønlands í 1959, og Kári P. Højgaard greiðir frá útróðri við maskinbáti og umstøðum í Ravnoynni í 1969.

Mikukvøldið klokkan 19 verður fiskivinnuting, har formenninir í politisku flokkunum vera við. Fiskivinnutingið verður eisini sent í Kringvarpinum. 

Beint aftaná verður vinnuting, har umboð fyri vinnuna fara at kjakast um nýggju fiskivinnulógina.

Tú kanst lesa alla skránna fyri Torradagarnar her

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860