Bíðitíðin til neurolog er stytt sjey mánaðir

Bíðitíðin til neurolog er stytt sjey mánaðir
Nýggj konsulentskipan tryggjar, at serlæknar eru á Landssjúkrahúsinum 32 vikur um árið
 
17.02.2020 - 14:44

Bíðitíðin at sleppa til útgreining hjá serlækna í neurologi er stytt úr 10 niður í tríggjar mánaðir.

Landssjúkrahúsið hevur eina konsulentskipan við seks serlæknum í neurologi, og konsulentskipanin tryggjar, at serlæknar í neurologi eru á Landssjúkrahúsinum 32 vikur um árið. 

Frammanundan komu teir 16 vikur um árið. Tað hevur havt við sær, at medisinski depilin hevur stytt um bíðitíðirnar úr 10 mánaðum niður í tríggjar mánaðir, skrivar Landssjúkrahúsið.

Landssjúkrahúsið hevur seinasta árið arbeitt miðvíst fyri at stytta um bíðilistarnar til serlækna í neurologi, ið fólk við neurologiskum sjúkum, sum t.d.. Parkinson, scelerosu og epilepsi hava tørv á.

Viðgerðin skal takast heim

Neurologiska viðgerðin er ein av mongu heimtøkunum, ið Landssjúkrahúsið áhaldandi arbeiðir við. At kunna bjóða føroyskum sjúklingum viðgerð í Føroyum, hevur alt at siga fyri sjúklingin, tey avvarðandi og sjúkrahúsverkið, sigur Landssjúkrahúsið.

- Tað er sera umráðandi fyri sjúklingin og avvarðandi at halda fast um og menna serøkið í Føroyum, og í dag megna vit at geva viðgerð á sera høgum stigii. Tað er avgerandi fyri heilsuverkið, at vit ogna okkum vitan og varðveita hana lokalt, sigur Steinar Eirikstoft, forstjóri í sjúkrahúsverkinum.

Tá talan er um serliga kompliseraðar neurologiskar sjúklingar, hevur Landssjúkrahúsið samstarv við neurologiskar deildir í Danmark.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. juli
3-2
194624
Mikudag 16. juli
3-2
194579
Mikudag 16. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
194550
Týsdag 15. juli
Veðrið
194514
Týsdag 15. juli
Og ein summardag (1:2)
194521