JFK fær nýggjan trolara um tvey ár

JFK fær nýggjan trolara um tvey ár
Hanus Hansen, stjóri, sigur, at nýggja lógin um sjófeingi gevur reiðarínum tryggari karmar, og tí verður hetta stigið tikið
Nýggi trolarin kemur í staðin fyri Gadus
 
20.02.2020 - 08:55

Reiðaríið JFK í Klaksvík hevur skrivað undir sáttmála um ein nýggjan trolara, ið fyrst og fremst skal brúkast til fiskiskap í Barentshavinum.

Nýbygningurin, sum kemur í staðin fyri Gadus, er flakatrolari, ið eisini kann virka alt av fiskinum umborð.

Sambært Hanusi Hansen eru allir smálutirnir ikki komnir avgreiddir enn, men skipið verður bygt í Turkalandi og fer at kosta umleið 400 milliónir krónur.

- Gongst sum ætlað, verður nýbygningurin á Klaksvík á Sjómannadøgunum í august 2022, sigur Hanus Hansen við Kringvarpið.

Tryggari karmar

Á vinnuliga kjakinum á Skúlatrøð í Klaksvík í gjárkvøldið segði Hanus Hansen, at orsøkin til hetta stigið fyrst og fremst eru teir tryggu karmar, sum nýggja lógin um sjófeingi hevur givið hansara reiðaríi.

Kringvarpið skipaði fyri vinnuliga kjakinum, ið verður sent í sjónvarpinum eftir Dag & Viku í kvøld.

JFK-samtakið hevur í løtuni rættindi til umleið 47 prosent av føroysku kvotunum av botnfiski í Barentshavinum. Nýggja sjófeingislógin ásetir, at hesi rættindi eru galdandi í 12 ár.

Gadus fiskar hesa kvotuna. Gadus er bygdur í 1987, og kom í føroyska flotan í 2010.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. juli
Veðrið
194969
Hósdag 24. juli
Motorarnir og maðurin
194948
Mikudag 23. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
194872
Týsdag 22. juli
Veðrið
194844