Børn tola betur coronavirusið

bannari
Børn tola betur coronavirusið
Nýggja coronavirusið, COVID-19, ávirkar børn minni. Bara tvey prosent av teimum smittaðu eru yngri enn 20 ár, og tey fáa oftast mild sjúkueyðkenni
Coronavirusið, COVID-19, rakar ikki børn líka so meint, sum virus rakar vaksin
 
26.02.2020 - 08:19

Vandin, ið stendst av coronavirusinum, COVID-19, er størstur hjá eldri fólki og illa sjúkum, sigur heimsheilsustovnurin, World Health Organization.

Vit síggja lutfalsliga fá børn, og mugu gera fleiri kanningar fyri at staðfesta, hví børn eru betri vard, sigur aðalstjórin í WHO, Tedros Adhanom Ghebreyesus.

Johan Giesecke, professari við Karolinska instituttið í Svøríki og ráðgevi hjá aðalstjóranum í WHO í smittuspurningum, sigur, at frágreiðingin er helst, at børn oftast fáa eina óvanliga infektión. Tað vil siga, at børnini eru sjúk uttan at tey merkja tað. Tí síggjast tey ikki í hagtølunum.

Einki barn yngri enn 10 ár deytt av sjúkuni

Kinesiki fólkaheilsumyndugleikin kunngjørdi í gjár frágreiðing, har sagt verður, at 45.000 hava fingið COVID-19-virusið. Av hesum eru bara 400 børn yngri enn 10 ár, og 550 millum 10 og 20 ára gomul.

Einki barn yngri enn 10 ár er deytt av sjúkuni, og bara ein er deyður í bólkinum 10 - 20 ára gomul, og tað er bara umleið tvey prosent av teimum smittaðu. Munurin millum viðbrekni hjá børnum og vaksnum sæst eisini í øðrum virussjúkum. 

Børn fáa mildari beinkrím enn vaksin, og viðvíkjandi hepatitis A, so fáa yngri børn aloftast eina óvanliga infektión, sigur Johan Giesecke, professari og ráðgevi hjá aðalstjóranum í WHO í smittuspurningum.

Tey flestu sleppa við krím-sjúkueyðkennum

Tað eru minni enn tveir mánaðir síðani, at heimurin gjørdist varugur við nýggja virusið, COVID-19, og síðani tá hava nærum 80.000 fólk virusið, og meira enn 2.600 eru deyð.

Greiningar av teimum smittaðu vísa, at tey flestu, 80 prosent, sleppa við løttum krím-sjúkueyðkennum, sum hosta, snori og fepri. Men umleið 20 prosent hava verið álvarsliga sjúk, eitt nú hava havt ilt við at anda og nýrabrek.

Deyðstíttleikin er um tvey prosent, Vandin økist við aldrinum, og um aðrar álvarsligar sjúkur eru inni í myndini, skrivar svenska sjónvarpið, svt, á netinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860