Hægri sigarettprísur fær fleiri at leggja av

Hægri sigarettprísur fær fleiri at leggja av
Prísurin á einum sigarettpakka í Danmark hækkar upp í 55 krónur um ein mánað, og um tvey ár fer prísurin upp á 60 krónur
Fleiri danir leggja av at roykja, nú prísurin fyri sigarettir fer upp
 
28.02.2020 - 09:11

Príshækkingin upp á sigarettir hevur fingið fleiri danir at royna at leggja av at roykja, skrivar danska krinpvarpið, DR, á heimasíðuni.

Bæði kommunur og Kræftens Bekæmpelse siga, at tey fáa nógvar fyrispurningar frá fólki, sum vilja sleppa av við sigarettirnar.

Nógv hava havt ætlanir um at gevast leingi, men taka nú stigið, tí sigarettirnar verða dýrari, sigur Anja Pedersen, sum gevur teimum, ið ætla sær at gevast, góð ráð í Slagelse kommunu.

Bíðilisti til roykisteðg-skeið

Anja Pedersen sigur, at tað er bíðilisti í kommununi til skeiðini, sum hjálpa fólki at leggja av at roykja. Í Holbæk og í Stevn síggja tey sama rák. Tað eru serliga tey ungu, sum eru ávirkað av komandi príshækkingini.

Fleiri nýta eisini appina, E-kvit, hjá Kræftens Bekæmpelse, at leggja av við. Felagsskapurin staðfestir, at 60 prosent fleiri hava meldað seg til, at leggja av í ár samanborið við í fjør. 

Tað er ein stór øking. Og tað er helst orsakað av umrøðuni, sum príshækkingin á sigarettum hevur fingið í miðlunum, sigur Niels Them Kjær frá Kræftens Bekæmpelse, sambært DR.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444