Corona: Italia steingir allar skúlar

bannari
Corona: Italia steingir allar skúlar
Støðan kann eisini ávirka italsku fótbóltskappingina
 
04.03.2020 - 14:33

Italska stjórnin hevur avgjørt at steingja allar skúlar og øll universitet í landinum fyri at berja niður corona-virusið. Tað skriva fleiri italskir miðlar.

Skúlarnir og universitetini verða helst stongd frá í morgin, og tey verða stongd til miðjan mars, skrivar blaðið, Corriere della Sera.

Ítróttarmálaráðharrin í Italia, Vincenzo Spadafora, sigur, at stjórnin helst fer at geva boð um, at allir toppdystir í italsku fótbóltskappingini skulu spælast fyri stongdum hurðum og við ongum áskoðarum.

 >> SÍ EISINI Corona: Olympisku summarleikirnir í vanda

– Vit nærkast tí avgerðini, sigur Spadafora, sambært tíðindastovuni hjá Reuters.

Italia er tað landið í Evropa, sum er ringast rakt av coronavirus. Meira enn 2.500 eru smittað, og 79 fólk eru deyð. Serliga er tað NorðurItalia, sum er meinast rakt. 

Fyri 10 døgum síðani vórðu skúlar og universitet í ringast raktu økjunum í Norðuritalia stongd. Og fleiri býir eru avbyrgdir

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672