Línuskipini landa í hesi vikuni

Línuskipini landa í hesi vikuni
Tey fiska longu, tosk, hýsu og brosmu
Fiskamarknaðurin á Toftum
 
05.03.2020 - 09:00

Fiskamarknaðurin væntar, at flestu línuskipini koma inn at avreiða síðst í hesari vikuni.

Línuskipini fiska longu, tosk, hýsu og brosmu. 

Frystilínuskipini eru øll úti, fimm fiska við Ísland og tvey við Føroyar. Streymurin er góður, men tað er veðrið ikki. 

Lítil útróður hevur verið fyrst í vikuni, men helst verður nakar útróður seinni í vikuni, skrivar Fiskamarknaðurin.

Ein djúpvatnstrolari fiskar tosk og hýsu, ein kongafisk og ein fiskar stinglaks. Allir avreiða nú í vikuni.

Fiskaríið hjá partrolarunum er brúkiligt, sigur Fiskamarknaðurin. Eisini teir avreiða í vikuni.

Trolbátarnir hava ligið inni og bíðað eftir betri veðri. Trý garnaskip fiska svartkalva. Fiskiskapurin hjá teimum er heldur frægari nú. Tey avreiða síðst í vikuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. juli
RagnarRokk: Alfio Annibalini um Stygian Waves
194129
Fríggjadag 25. juli
Morgunlestur fríggjadagur 25. juli 2025
194848
Hósdag 24. juli
Morgunlestur hósdagur 24. juli 2025
194847
Mikudag 23. juli
Sangir úr mínum lívi - Beinir
194884
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. juli
Motorarnir og maðurin
194948
Mikudag 23. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
194872
Týsdag 22. juli
Veðrið
194844