Umhvørvisstovan ger royndir við GPS

05.03.2020 - 08:54
AktueltTøkni
Umhvørvisstovan ger royndir við GPS
Í løtuni er tænastan ókeypis, men uppskot er um, at hon skal kosta 1.000 kr. umframt mvg um mánaðin
 

Umhvørvisstovan fer kanska at bjóða út GPS tænastu. Millum annað byggivinnan brúkar GPS til at gera mátingar. Og nýtslan er vaksandi. 

Djóni Nolsøe Joensen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur spurt Helga Abrahamsen, landsstýrismann, hví tað skal kosta so nógv at brúka GPS.

Fýra GPS-støðir í landinum

Umhvørvisstovan hevur fýra GPS støðir. Tær eru í Klaksvík, Vestmanna, Tórshavn og í Trongisvági.

Enn er talan um ókeypis royndartíð. Men síðani er uppskot um, at tænastan kostar 1.000 krónur umframt meirvirðisgjald um mánaðin fyri hvønn brúkara.

Ein fyritøka, sum til dømis hevur eina gravimaskinu, skal gjalda 1000 kr. um mánaðin fyri at brúka GPS, svarar Helgi Abrahamsen.

Danskur veitari givin

Djóni Nolsøe Joensen sigur, at fyritøkur í Føroyum hava brúkt GPS tænastu hjá privatum donskum veitara, sum ikki tók nógv fyri hana.

Men hann er givin, nú Umhvørvisstovan gevur ókeypis GPS tænastu í einari royndartíð. 

Nú er vandi fyri, at GPS tænastan fer at kosta nógv meira enn hon gjørdi, tá royndartíðin er liðug, sigur Djóni Nolsøe Joensen.

Hann vísir til teldupost frá Umhvørvisstovuni til fyritøkur, sum brúka GPS, um prísin.

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 4. juni
Kvørnin: "Illusions", Heiðrik
109739
Hósdag 4. juni
Breddin
109740
Hósdag 4. juni
Nón 4. juni - á Norðoyastevnu
109738
Hósdag 4. juni
Mono: Disco (4:5)
109723
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 1. juni
Andakt við Emil Olsen, presti
109624
Mánadag 1. juni
Guðstænasta úr Fuglafjarða kirkju
109572
Sunnudag 31. mai
Andakt við Emil Olsen, presti
109555
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Glyvra kirkju.
109558