Corona: SAS vil hava starvsfólk niður í løn

bannari
Corona: SAS vil hava starvsfólk niður í løn
Leiðslan hevur longu gjørt av at fara 20 prosent niður í løn
 
10.03.2020 - 16:18

Avleiðingarnar av coronasmittuni faa nú leiðsluna í skandinaviska flogfelagnum, SAS, at skjóta upp, at starvsfólkini fara niður í løn.

Tað váttar SAS fyri danska kringvarpinum.

Ætlanin er at biðja starvsfólkini um at fara 20 prosent niður í løn í tríggjar mánaðir.

SAS leggur dent á, at samráðast skal við starvsfólkini um ítøkiligar broytingar. Arbeiðstíðin verður eisini stytt samsvarandi.

SAS sigur, at leiðslan í felagnum hevur gjørt av at fara 20 prosent niður í løn, men hon fer at arbeiða sama tímatal sum nú, skrivar DR. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537