WHO: COVID-19 er nú ein alheimsfarsótt

bannari
WHO: COVID-19 er nú ein alheimsfarsótt
Corona-smittan er nú ein alheimsfarsótt. Tað boðaði aðalskrivarin fyri heimsheilsustovnina, WHO, Tedros Adhanom Ghebreyesus, frá í dag
 
11.03.2020 - 17:06

- Pandemi er ikki eitt orð, sum skal brúkast ov ofta. Tað er eitt orð, sum, verður tað misbrúkt, kann skapa óneyðugan ótta ella at fólk óneyðugt góðtaka, at nú er stríðið av, og tað kann elva til óneyðuga líðing og deyða, segði aðalskrivarin.

Heitið alheims-farsótt kemur m.a. eftir at corona-tilburðir uttanfyri Kina er 13-faldaðir seinastu tvær vikurnar. Á tíðindafundinum segði Tedros Adhanom Ghebreyesus, at uppgávan skal loysast í felag. 

Smittan hevur rakt meginpartin av heiminum, og hon varð fyrstu ferð staðfest í Kina á nýggjárinum. Síðani tá hevur hon breitt seg. 

Í Danmark eru 442 persónar smittaðir, í Føroyum eru tveir, sambært almennum tølum frá í morgun.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392