- Tíðindi, mentan og ítróttur
Váttað: Ongin fótbóltur næstu tvær vikurnar
Váttað: Ongin fótbóltur næstu tvær vikurnar
Nú hevur Fótbóltssamband Føroya tikið endaliga avgerð um at útseta alt dystarvirksemi næstu 14 dagarnar
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
12.03.2020 - 13:52
Í útvarpstíðindunum á middegi segði Christian Andreasen, FSF forseti, at ætlanin var at fylgja tilmælinum frá ÍSF um at steðga øllum ítróttaligum virksemi í fyribils tvær vikur.
Nú er endalig støða tikin, tí í tíðindaskrivi boðar FSF frá, at allir dystir í øllum deildum verða útsettir.
Eisini verða landsliðsvenjingar og -dystir av ongum hetta tíðarskeiðið, eins og venjaraskeið í sama tíðarskeiði verða útsett.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV