SAS sendir 10.000 fólk til hús

bannari
SAS sendir 10.000 fólk til hús
10.000 starvsfólk hjá skandinaviska flogfelagnum verða fyribils send til hús, nú so at siga øll flogferðslan hjá felagnum er sett á stand-by
 
15.03.2020 - 19:08

Tað upplýsti Rickard Gustafsson, forstjóri hjá SAS, á tíðindafundinum, sum varð hildin hjá SAS í Stockholm.

Eftirspurningurin eftir flogferðum er steðgaður upp, og ógvusliga minkingin krevur tillagingar, segði stjórin á tíðindafundinum.

Hetta merkir, at 90 prosent av øllum starvsfólkunum hjá SAS verða søgd úr starvi. Tilsamans verða 10.000 størv fyribils niðurløgd.

Missa 80-100 milliónir um dagin

Sparingarnar eru neyðugar, so flogfelagið kann taka virksemið uppaftur, tá kreppan er av, segði forstjórin hjá SAS á tíðindafundinum.

Skandinaviska flogfelagið, SAS, missir 80-100 milliónir krónur um dagin, nú flúgvingin er rakt, sigur Jacob Pedersen, greinari hjá Sydbank, sambært tíðindastovuni hjá Ritzau.

Tí er umráðandi, at steðga tapinum áðrenn kassin verður tómur, sigur greinarin við tíðindastovuna. Danski staturin eigur 14,2 prosent av SAS, og Svøríki eigur 14,8 prosent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
Ung lesa 3.partur - Kjarr
210829
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Mánadag 13. juli
Poppverturin 7
208460
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815