Klaksvíkar Sjúkrahús kannar nú fyri COVID-19

bannari
Klaksvíkar Sjúkrahús kannar nú fyri COVID-19
Klaksvíkar Sjúkrahús er nú eisini farið undir at kanna fólk fyri coronavirusið
 
17.03.2020 - 10:39

Fólk kunnu nú eisini fara til Klaksvíkar Sjúkrahús at verða kannað fyri coronavirusið. Tað avgjørdi sjúkrahúsið á einum fundi leygardagin, skrivar Norðlýsið.

- Tað eru alsamt fleiri, ið hava tørv á at verða kannað, og vit meta, at tað er neyðugt, at Klaksvíkar Sjúkrahús eisini er farið undir at kanna fyri coronasmittuna, sigur Alexandra á Dul við Norðlýsið.

Kanningarnar verða gjørdar norðan fyri starvsfólkabygningin við Víkavegin. Fólk skulu tó framvegis ringja til sín kommunulækna ella til læknavaktina 1870 og ikki á Klaksvíkar Sjúkrahús.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. september
Upp á tá - 180926
213505
Fríggjadag 18. september
Vikuskiftið 18 sept 2026
213496
Fríggjadag 18. september
LEITISSTEIN 18.09.2026 (Regin Guttesen)
213490
Fríggjadag 18. september
Breddin: Sjúk mentan í løgtinginum?
213475
Fríggjadag 18. september
RagnarRokk: Stone Statues um Nothing Is Ever Over
212904
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303