Framherji byggir nýggjan Akraberg

Framherji byggir nýggjan Akraberg
Felagið hevur gjørt sáttmála við norska skipasmiðju, og kostnaðurin verður 317 milliónir kr. í okkara peningi
Framherji fær nýggjan Akraberg um góð tvey ár
 
25.03.2020 - 11:51

Ein nýggjur Akraberg skal byggjast í Brattvåag í Noregi.

Felagið, sum eigur Akraberg, og sum s/pf Framherji eigur hundrað prosent, hevur skrivað undir sáttmála um trolaran.

Trolarin kostar góðar 500 mió. norskar krónur. Norska krónan  er veik í løtuni, so 500 milliónir norskar eru 317 milliónir danskar. Trolarin skal latast 30.juni í 2022.

Hann verður 84 metrar langur og 17 metrar breiður.  Akraberg er góðar 78 metrar langur og 14 metrar breiður.

Skrokkurin verður bygdur í Rumenia.

Nýggi trolarin skal fiska botnfisk og rækjur, og hann skal kunna gera súrløgu umborð, sum so verður seld til Havsbrún at brúka til alifóður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851