Varðhaldsfongslaður í 12 dagar

Varðhaldsfongslaður í 12 dagar
Løgreglan miðar eftir at verða liðug at kanna málið fyri páskir
 
27.03.2020 - 15:37

Ein maður í 40-unum er í Føroya rætti varðhaldsfongslaður í 12 dagar, skuldsettur fyri at hava havt kynsligt samband við fosturdóttur sína.

Grundlógaravhoyringin var fyri afturlatnum hurðum.

Gentan var yngri enn 18 ár, tá kynsliga sambandið skal verða byrjað.

Tað helt á í eitt ár, til málið varð meldað til løgregluna.

Heri Andreassen, leiðari á kriminaldeildini hjá løgregluni, sigur, at løgreglan miðar eftir at verða liðug at kanna málið fyri páskir. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541