Formaður: Landsroyndirnar kundu verðið tiknar av

Formaður: Landsroyndirnar kundu verðið tiknar av
Føroyar eiga at umhugsa, um vit skulu blíva við, at halda landsroyndirnar fyri næmingunum í fólkaskúlanum
Arbeiðsorkan til landsroyndirnar er betri brúkt til at greina úrslitini enn at fyrireika royndirnar, heldur formaðurin í Lærarafelagnum. Myndin er ikki frá eini landsroynd
 
02.04.2020 - 09:16

Tað sigur Jacob Eli S. Olsen, formaður í Føroya Lærarafelag, í samrøðu við Skúlablaðið.

Um vit skulu hava landsroyndir, mugu vit brúka orkuna at arbeiða við úrslitunum, heldur enn at brúka alla orkuna til at fyrireika royndina, sigur formaðurin í Lærarafelagnum.

Tað fer ov nógv arbeiðsorka til at fyrireika landsroyndirnar við verandi skipan, heldur Jacob Eli S. Olsen, formaður í Føroya Lærarafelag.

Kann vera burturspilt arbeiði

Tað er eitt stórt hóvasták at fyrireika uppgávurnar, telduskipanina, skúlan, læraran og næmingin fyri at fáa royndarúrslitið. Men, tá ið úrslitið er greitt, so var tað tað. Um arbeiði steðgar við úrslitinum, so er tað burturspilt.

Tí um skúlin, lærarin og næmingurin skulu hava nakað burtur úr eini støðumeting, so er tað greiningararbeiði, ið verður gjørt út frá royndini, ið kann geva úrtøku, heldur formaðurin í Lærarafelagnum.

Løgtingið hevur við lóg ásett, at vit skulu hava landsroyndirnar, og tað er tí eisini løgtingið, sum ger av, um landsroyndirnar skulu takast av.

Endamálið má vera greiðari

Eru vit ikki greið yvir, hví vit hava landsroyndirnar, so er betri, um vit taka tær av. Og um tær skulu hava lív lagað, so má vera greitt, hví vit hava landsroynd, og hvussu tær kunnu gagna læraranum og næminginum.

Tað sigur Jacob Eli S. Olsen við Skúlablaðið. Landsroyndirnar vórðu fyrstu ferð hildnar í Føroyum í 2008, og royndirnar hava verið hildnar her á hvørjum ári síðani tá.

Landsroyndirnar verða hildnar fyri fólkaskúlanæmingum í fjórðu og sættu flokkunum í føroyskum, støddfrøði og náttúrulærugreinunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Týsdag 23. apríl
LEITISSTEIN 23.04.2024 (Óli Poulsen)
174142
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010