Sleppa ikki í kirkju á páskum kortini

bannari
Sleppa ikki í kirkju á páskum kortini
Fleiri prestar í Danmark siga seg stúra fyri heilsutrygdini, lata kirkjurnar í Danmark dyrnar upp á páskum
Fólk í Danmark sleppa kortini ikki í kirkju á páskum, sum ráðharrin í kirkjumálum annars kunngjørdi fyrradagin
 
03.04.2020 - 07:33

Danir sleppa kortini ikki í kirkju á páskum. Kirkjumálaráðharrin, Joy Mogensen, gloppaði annars kirkjuhurðarnar fyrradagin, tá hon segði, at tað fór at bera til hjá fólki, at fara til skerda páskaguðstænastu. 

Men eftir at fleiri prestar hava sagt, at teir stúra fyri heilsutrygdini, um kirkjurnar verða latnar upp aftur á páskum, er hon kúvend, og letur nú hurðarnar aftur, skrivar danska kringvarpið.

Fleiri flokkar gjørt vart við seg

– Tað pínir, at vit mugu halda páskir, uttan at sleppa í kirkju, men eg fegnist um, at fólkakirkjan stendur saman við restini av samfelagnum, sigur Joy Mogensen, sambært dr.dk

Fleiri danskir flokkar hava gramt seg um, at kirkjan ikki skal verða upplatin um høgtíðina. Tí ætlaði stjórnin, at lata kirkjuna upp og hava avmarkaðar guðstænastur, men ráðharrin í kirkjumálum fer nú at mæla til, at hesar ætlanirnar verða lagdar á hillina.

– Biskuparnir halda ikki, at kirkjan skal hava serviðgerð, og tí verða vit í ár noydd at halda páskir á ein annan hátt, saman - men hvør sær, sigur Peter Skov-Jakobsen, biskuppur í Keypmannahavn, sambært dr.dk

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751