Tølini seta met: 10 milliónir fólk arbeiðsleys

bannari
Tølini seta met: 10 milliónir fólk arbeiðsleys
Metnógv fólk í USA hava aðru vikuna á rað mist arbeiðið. Tølini eru størri enn undir fíggjarkreppuni í 2008-2009
Fólk í bíðirøð at skráseta seg sum arbeiðsleys í Los Angeles. 6,6 milliónir fólk í USA hava síðstu tvær vikurnar skrásett seg sum arbeiðsleys
Mynd: AP  
 
03.04.2020 - 09:28

Í USA hava 6,6 milliónir fólk mist arbeiðið síðstu tvær vikurnar, orsakað av COVID-19. Tað vísa nýggju vikutølini hjá ráðnum fyri arbeiðsmarknaðarmál, sum vórðu kunngjørd í gjár.

Hetta er onnur vikan á rað, at tølini yvir arbeiðsleys í USA hava sett nýggj met. Í síðstu viku vóru tað 3,3 milliónir amerikanarar, ið skrásettu seg sum arbeiðsleysar.

Arbeiðsloysið kann koma upp á 15 prosent

Tað veruliga talið á arbeiðsleysum í USA kann væl vera nógv størri enn 10 milliónir fólk, halda økonomar, tí myndugleikarnir klára ikki at fylgja við teimum nógvu umsóknunum, skrivar NBC News.

– Tað er ikki óhugsandi, at arbeiðsloysið kemur upp á 15 prosent, og tað undirstrikar bara, hvussu illa tað stendur til, sigur Loretta Mester, deildarstjóri hjá amerikanska tjóðbankanum, sambært Washington Post.

Amerikanski tjóðbankin hevur longu kunngjørt seks hjálparpakkar til smáar og miðalstórar fyritøkur, og í løtuni verður ein hjálparpakki afturat fyrireikaður, ið skal tryggja fyritøkunum lagalig lán.

Fyrireika fíggjarliga kreppuhjálp

– Arbeiðsloysið veksur við eini ferð, vit ikki hava sæð fyrr. Arbeiðsloysið fer at eisini at vaksa næstu vikurnar og mánaðirnar, sigur Allan Sørensen, leiðandi búskaparfrøðingur hjá Dansk Industri, sambært TV2.

Amerikanska stjórnin hevur góðkent ein hjálparpakka fyri 2,2 billiónir dollarar, ið skal stimbra kreppurakta búskapin, nú skjótt vaksandi arbeiðeiðsloysið hóttir búskapin í landinum.

USA er í løtuni tað landið í heiminum, sum hevur flestar tilburður av COVID-19. Tilsamans 245.573 fólk eru smittað, og 5.137 fólk eru deyð, vísa nýggjastu tølini hjá John Hopkins University.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Fríggjadag 25. september
Breddin: Hækkandi matvøruprísir
213780
Fríggjadag 25. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Danny & the Veetos
213778
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650