Norðmenn gera nú sum føroyingar

bannari
05.04.2020 - 16:19
AktueltSamfelag
Norðmenn gera nú sum føroyingar
Norðmenn síggja nú eisini møguleikar í at brúka útgerð sum hevur verið brúkt til at gera ILAroyndir av laksi í stríðnum ímóti Korona smittuni.
 
Norðmenn síggja nú eisini møguleikar í at brúka útgerð sum hevur verið brúkt til at gera ILAroyndir av laksi í stríðnum ímóti Korona smittuni.
 
NRK skrivar í dag, at ILA dna-royndirnar kunnu nýtast til at gera Korona-royndir, og vísir millum annað til royndirnar úr Føroyum.
 
Noreg hevur gjørt lutfalsliga nógvar royndir samanborið við eitt nú Danmark, men talið av royndum er nú lækkandi.
 
Fáa norsku heilsumyndugleikarnir hjálp frá fiskaídnaðinum ber til at gera 6-7000 royndir um dagin, sigur Jørn Ulheim, Stjóri í fyritøkuni PatoGen, við NRK.
 
Útlit eru eisini til, at danir fara at gera fleiri royndir
 
Danmarks Tekniske Universitet boðar í dag frá, at tey skjótt eru klár við eini nýggjari roynd, sum kann hava svar uppá Koronasmittu innan ein hálvan tíma.
 
Eydnast verkætlanin kann Danmark gera um eina mánað 10.000 royndir um dagin sigur Anders Wolff proffesari á DTU við Politiken.
 
Danmark ger í løtuni umleið 5000 royndir um dagin.
 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 4. juni
Kvørnin: "Illusions", Heiðrik
109739
Hósdag 4. juni
Breddin
109740
Hósdag 4. juni
Nón 4. juni - á Norðoyastevnu
109738
Hósdag 4. juni
Mono: Disco (4:5)
109723
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 1. juni
Andakt við Emil Olsen, presti
109624
Mánadag 1. juni
Guðstænasta úr Fuglafjarða kirkju
109572
Sunnudag 31. mai
Andakt við Emil Olsen, presti
109555
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Glyvra kirkju.
109558