Umsóknarfreistin útsett

Umsóknarfreistin útsett
Tey, sum ætla sær á Setrið í summar, fáa nakrar dagar eyka dagar til at gera umsóknina
Umsóknarfreistin til kvotu 2 til Fróðskaparsetur Føroya er útsett til 1. mai
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
08.04.2020 - 16:10

Umsóknarfreistin til kvotu 2 til Fróðskaparsetur Føroya er útsett til 1. mai. Í kvotu 2 verður samlað meting gjørd av øllum skjalprógvaðu førleikunum hjá umsøkjarunum.

Í kvotu 1 verður einans hugt at miðalpróvtalinum í gymnasiala miðnámspróvnum, og tey, sum søkja gjøgnum kvotu 2, skulu saman við umsóknini leggja skjalprógv fyri førleikunum. 

Fróðskaparsetrið skrivar á heimasíðu síni, at tað kann verða torført hjá umsøkjarum fáa til vega neyðugu skjølini, tí fyritøkur og stovnar ikki hava opið sum vanligt orsakað av koronastøðuni.

Evstamark at søkja er á midnátt 1. mai.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 15. juli
Morgunlestur týsdagur 15.juli 2025
194086
Mánadag 14. juli
Poppverturin
194204
Mánadag 14. juli
RagnarRokk: Jean-Ken Johnny um X.V. e.p.
194122
Nýggjastu sendingar í SV