Lønarískoytið nærkast 4.000. 28 mió. kr. higartil

Lønarískoytið nærkast 4.000. 28 mió. kr. higartil
Talið nærkast nú teimum 4.000, sum sagt varð í fyrstani, at lønarískoytisskipanin hjá Als fór at umfata
Nú eru skjótt 4.000 fólk í lønarískoytisskipanini hjá Als.
 
12.04.2020 - 09:09
Als hevur nú goldið 28 mió. kr. í lønarískoyti, Seinasta útgjaldingin var mikudagin.
 
Tá fingu tey 400 fólkini, sum ikki fingu mánadagin, lønarískoyti.
 
Nú er goldið fýra ferðir.
 
Talið nærkast nú teimum 4.000, sum sagt varð í fyrstani, at lønarískoytisskipanin hjá Als fór at umfata.
 
Í morgun eru 3.602 fólk í skipanini.
 
Og okkurt um 400 umsóknir eru ikki avgreiddar enn.
 
Menn í  meiriluta
 
Og nú eru menninir í meiriluta, teir eru 1805 í tali og kvinnurnar eru 1797.
 
Flest fólk eru skrásett í Suðurstreymi. Har fáa 1.645 fólk lønarískoyti.
 
Síðani kemur Eysturoyggin, har 743 fólk fáa ískoyti, og í Norðoyggjum eru 413 fólk skrásett.
 
Lægsta talið er í Sandoynni, har fáa 50 fólk lønarískoyti.
 
Nøkur fólk, sum hava verið í lønarískoytisskipanini, eru farin aftur til arbeiðis.
 
Als tekur ikki pengar úr grunninum sum er, men hevur fingið ein kassakreditt upp á 100 mió. kr. frá Betri banka.
 
 
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. januar
Nýggjár á Gentuvesinum 2025
202924
Mánadag 19. januar
Við Tórði á stytstadagstúri
202923
Mánadag 19. januar
EM-tíðindi 19. januar 2026
202904
Mánadag 19. januar
Morgunlestur mánadagur 19.januar 2026
202875
Sunnudag 18. januar
Bolero
202862
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797