Fáa ikki vandaviðbót

bannari
Fáa ikki vandaviðbót
Heldur ikki Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum fer at geva pedagogum vandaviðbót
Limirnir hjá Pedagogfelagnum fáa ikki vandaviðbót, sum felagið vil hava, sigur stjórin í Lønardeildini
Mynd: Savnsmynd  
 
16.04.2020 - 09:44

Jan Mortensen, stjóri í Lønardeildini, sigur, at dagsstovnarnir lata upp eftir tilmæli frá samdari epidemikommissjón, sum er læknafakligi serkunnleikin. Tí eru hvørki starvsfólk ella viðskiftafólk, tað eru børnini, í nøkrum vanda.

Føroya pedagogfelag kravdi í gjár, at limir felagsins, sum hava verið og sum fara til arbeiðis, meðan koronafarsóttin herjar, skulu fáa vandaviðbót.

Felagið heldur, at fólk hava rætt til eina vandaviðbót, tí kravt verður, at tey seta sína egnu heilsu í vanda við at fara til arbeiðis. 

 >> SÍ EISINI Pedagogfelagið vil hava vandaviðbót

Tað gera tey ikki, heldur Jan Mortensen. Tá ein samd epedemikommissjón mælir til, at dagsstovnar og skúlar partvíst lata upp aftur, er eingin heilsuvandi.

Landið varðar ikki av dagsstovnunum, tað gera kommunurnar, men allir lønarsáttmálar hjá kommununum skulu góðkennast í Fíggjarmálaráðnum.

Annika Olsen, forkvinna í Kommunala arbeiðsgevarafelagnum, segði í gjár, at sáttmálin hjá Pedagogfelagnum er galdandi til 1. oktober í ár.

Broytingar verða vanliga ikki gjørdar í sáttmálaskeiðinum, segði Annika Olsen. Tí fer Kommunala arbeiðsgevarafelagið ikki at geva nakra vandaviðbót nú.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860