Fjarundirvísing á Glasi restina av skúlaárinum

bannari
22.04.2020 - 08:42
AktueltSamfelag
Fjarundirvísing á Glasi restina av skúlaárinum
Í høvuðsheitinum raðfestir Glasir teir flokkar og næmingar, sum gerast lidnir í ár
 

Undirvísingin á Glasi heldur fram sum fjarundirvísing restina av árinum, og tí er undirvísingarstøðan í stóran mun óbroytt, síðani skúlarnir lótu aftur fyri næmingum 16. mars. Tað kunnger skúlaleiðslan í skrivi til starvsfólk og næmingar.

Tó eru tvey undantøk.

Um tørvur er á undirvísing, sum ikki er møgulig við fjarundirvísing, kunnu miðnámsnæmingar, sum eru á endaári -  tað er 3.G og 2.HF - í ávísan mun fáa undirvísing á skúlanum. Til dømis, tá ið royndir skulu gerast í alisfrøði ella evnafrøði, ella um tørvur er á tónleikahølið. 

Hitt undantakið er fyri næmingar, sum taka yrkisútbúgvingar. Har byrjaði undirvísingin 20. apríl, tó við ávísum frávikum.

Í høvuðsheitinum raðfestir Glasir teir flokkar og næmingar, sum gerast lidnir í ár. Formliga er síðsti undirvísingardagur fyri hesar flokkar 15. mai. 

Í tíðarskeiðnum frá 18. mai til 5. juni verður undirvísing á Glasi fyri 1. og 2. árs næmingar raðfest.
 

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 16. januar
Páskaoyggin
118471
Leygardag 16. januar
Jambalaja 160121
119016
Leygardag 16. januar
Morgunlestur leygardagur 16. januar 2021
118608
Fríggjadag 15. januar
Óhoyrt
118999
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 13. januar
Mentanarvirðislønir landsins 2020
118890
Mánadag 11. januar
3-2
118764
Mánadag 11. januar
Í luftini við Raske Drenge
118754
Sunnudag 10. januar
Andakt við Jens Bech
118703