– Torført at gera tað tryggari at rógva

– Torført at gera tað tryggari at rógva
Tað er torført at gera tilmæli, hvussu kappróðurin kann gerast tryggari, tá tú ikki heldur, at hann kann gerast tryggari, sigur Pál Weihe, yvirlækni
Pál Weihe sigur sína hugsan, tá hann verður spurdur um hana. Alt annað stríðir ímóti hansara hugsan, sigur Pál Weihe
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
22.04.2020 - 13:22

Tað skuldi vera ein vegleiðing fyri, hvussu kappróðurin trygt kann byrja aftur. Men tilmælið frá Coronaráðgevingini til Róðrarsamband Føroya líktist meira einum frámæli.

 Har stóð eg so í teirri støðu, at eg ikki reiðiliga kundi síggja, hvussu tað bar til at gera nøkur átøk, sum munandi kundi gera tað tryggari.

Tað sigur Pál Weihe, yvirlækni og limur í Coronaráðgevingini, sum skrivaði tilmælið til Róðrarsambandið, sum at enda tók avleiðingarnar og avgerðina at avlýsakappróðurin í ár.

Hoyr alt innslagið og samrøðuna við Pál Weihe:

1366241

Undrast um heimild

Tilmælið, sum gjørdist byrjanin til endan fyri kappróðurin í ár, hevur skapt ávísa undran.

Ivi er sáddur um, hvørt tað er uppgávan hjá Coronaráðgevingini at koma við tilmælum, sum í praksis eru avgerandi fyri, um ein ítróttargrein kann halda fram ella ikki.

Bæði forsetin í Ítróttarsambandi Føroya og løgmaður søgdu við Dag og Viku í gjár, at uppgávan hjá Coronaráðgevingini er - ja - at ráðgeva.

Men sambært Pál Weihe, so hevur hann ikki tikið nakra avgerð um at avlýsa kappróðurin. Hann sigur bara sína hugsan.

 -  Eg eri hóast alt yvirlækni í umhvørvismedisini og professari í fólkaheilsu, so eg havi tann formella kunnleikan til at svara, sigur Pál Weihe.

Òtrygt at rógva kapp

Aftur til tilmælið, sum gjørdist eitt frámæli. Pál Weihe og Coronaráðgevingin søgdu soleiðis í tilmælinum:

"Eg meti ikki, at tað er møguligt at rógva kapp á tryggan hátt út frá einum heilsufrøðiligum sjónarmiði í koronatíðum. Fjarstøðan millum bekkirnir er heilt einfalt ov stutt og andingin hjá rógvarunum av góðum grundum stór og kraftmikil. Hetta hevur við sær, at eitt felags útandingarsirm vil liggja um bátin, so allir rógvarar eru í smittuvanda. Eg havi ilt við at síggja møguleikar fyri verndarátøkum so sum maskum og handskum. Mín niðurstøða er tí at mæla frá at rógva kapp í ár."

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558