Lekur í Sandoyartunlinum

Lekur í Sandoyartunlinum
- Vit fáa nú meira útgerð til at pumpa vatnið úr tunlinum, sigur stjórin Teitur Samuelsen
Savnsmynd
 
26.04.2020 - 10:03

Í gjárkvøldið fór at leka í Sandoyartunlinum. Tað er ikki óvanligt, at tað lekur frá ymsum smærri holum, sum av trygdarávum verða borað, men í gjárkvøldið fór at leka rættiliga illa út einum av smærru holunum. Teitur Samuelsen greiðir í dag frá, at nú verður útgerð send á staðið at pumpa vatn úr holinum, Síðani verður betong sprænt inn í holið sum lekur, og arbeitt verður víðari. 

 

Teitur Samuelsen sigur í morgun, at nú er so stutt fráliðið, síðani lekin byrjaði, at tað er torført at meta um, hvussu tað kemur at ávirka arbeiðið víðari við tunlinum. 

 

Hann væntar tó ikki, at tað fer at hava stórvegis ávirkan. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040