429 eru fulltíðararbeiðsleys

bannari
429 eru fulltíðararbeiðsleys
53 prosent fleiri eru fulltíðararbeiðsleys enn fyrst í mars, tá fyrsti korona-tilburðurin varð skrásettur
 
11.05.2020 - 09:14

Tað eru væl fleiri fulltíðararbeiðsleys í Føroyum nú, enn tá korona-farsóttin tók seg upp.

Fyrsti korona-tilburðurin í Føroyum varð staðfestur 3. mars, og tá vóru 280 fulltíðararbeiðsleys í Føroyum.

Síðani tá er talið vaksið javnt og samt.

429 arbeiðsleys

Í dag eru tilsamans 429 fólk í Føroyum skrásett sum fulltíðararbeiðsleys í Arbeiðsloysisskipanini. Sostatt eru tað 53 prosent fleiri fulltíðararbeiðsleys í Føroyum nú enn fyrst í mars, tá fyrsti korona-tilburðurin í Føroyum varð skrásettur.

Hinvegin er talið á fólki, sum fáa serliga korona-lønarískoytið, minkað støðugt síðstu tríggjar vikurnar.

Nú fáa 2.866 fólk í Føroyum serliga korona-lønarískoytið frá ALS. Fyri trimum vikum síðani fingu 4.047 fólk lønarískoyti.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086