Ákæran um neyðtøku slept

Ákæran um neyðtøku slept
Málið er nú broytt til samlegu og aðra kynsliga samveru enn samlegu við ein persóni sum er í , har viðkomandi ikki er í standi til at verja seg
 
18.05.2020 - 13:15

Redigerað kl. 16:50

Tað er ákæruvaldið sum hevur slept neyðtøku, eftir at málið er umrøtt í rættinum í nøkrum umførum. Tað hevur ikki verið loyvt at endurgeva tað, sum fór fram í rættinum

Men í dag var dómsviðgerðin, og tá var forboð ikki sett fyri at endurgeva. Tað var av tilvild, at málið kom undan kavi, og endaði sum eitt mál um neyðtøku. 

Tað var á heysti í 2016, at nøkur ungfólk vóru saman í eini íbúð í miðbýnum í Havn. Tey høvdu drukkið og høvdu eisini tikið evnið, ritalin. Tey spældu eitt spæl, sum hevði við sex at gera.

Málið varð ikki meldað

Tað gjørdi, at tey ungu fóru longur og longur, tá tað snúði seg um sex. Trý av fólkunum vóru saman, og tann eina gentan, sum var aftrat, var 17 ára gomul, tá hendingin fór fram.

Málið varð ikki meldað til løgregluna, men løgreglan fekk at vita um hendingina, tá hon í fjørvár kannaði onnur viðurskifti. Og haðani spratt illgrunin um neyðtøku, sum hini trý vórðu ákærd fyri.

Men avhoyringar í rættinum høvdu við sær, at ákæruvaldið slepti ákæruni um neyðtøku, og broytti tað til samlegu og aðra kynsliga samveru enn samlegu við ein persón, sum er í einum standi, har viðkomandi ikki er før fyri at verja seg ímóti gerðini.

Verjarnir krevja frídøming

Ákærin segði í dómsviðgerðini fyrrapartin, at undir skerpandi umstøðum, áttu tey bæði at verða dømd 6-8 mánaða fongsul, men undir linari umstøðum, eigur dómurin at vera 4-6 mánaðir.

Verjarnir hjá teimum báðum kravdu frídøming, og í mesta lagi treytaðan dóm. Báðir vístu á, at tann tá 17 ára gamla gentan ikki var trýst til nakað sum helst, men virkin í øllum tí sum fór fram í lítlu íbúðini í morgunballinum.

Og so løgdu teir dent á, at málið ikki var meldað í 2016, tað er ikki 17 ára gamla gentan sum hevur meldað, men at málið kom undan kavi av tilvild í øðrum viðurskftum í 2019. Eftir ætlan fellur dómur í málinum mánadagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. mars
Vikuskiftið 14. februar 2025
189224
Fríggjadag 14. mars
RagnarRokk: Simon Michael um Post Mortem
189180
Fríggjadag 14. mars
Breddin: Grønlendsk valbumba
189178
Fríggjadag 14. mars
Morgunlestur fríggjadagur 14. mars 2025
188901
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 14. mars
Veðrið
189226
Fríggjadag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189208
Hósdag 13. mars
Always Outnumbered, Never Outgunned
189170
Mikudag 12. mars
Hondbóltur: Føroyar - Holland
189119
Mikudag 12. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189087